Um VEKS

VEKS er eitt sjálvstøðugt kommunalt samstarv

Í sambandi við at eldraøkið frá 1. januar 2015 er flutt frá Almannamálaráðnum til kommunurnar at umsita, er samtykt við lóg, hvørjar kommunur skulu samstarva, so eindirnar eru nóg stórar og sterkar til at lyfta hetta stóra og týdningarmikla økið. 

Fyri Norðurstreymoy og Norðureysturoy er tað galdandi, at Vestmanna, Eiði, Kvívík og Sundalagið skulu samstarva um eldraøkið. Kommunurnar hava í hesum sambandi stovnað samstarvið VEKS, ið er uppkallað eftir teimum fýra kommununum.

Vit steðga ikki at fylgja okkara dreymum tí vit gerast gomul, hinvegin so gerast vit gomul av ikki at fylgja okkara dreymum.

Gabriel Garcia Marquez

Løgtingslógir og kunngerðir

Løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m.

Løgtingslóg nr. 19 frá 7. apríl 2014 um heimatænastu, eldrarøkt v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 192 frá 4. desember 2025.

Broyting í kunngerð um heimatænastu og gjald

Kunngerð nr. 6 frá 30. januar 2023 um broyting í kunngerð um heimatænastu og gjald fyri heimatænastu, eldrarøkt o.a. Kommunur fáa sjálvar heimild at áseta gjald fyri búpláss, umlætting og heimahjálp o.a.

Løgtingslóg um kommunalt samstarv um heimatænastu, eldrarøkt v.m.

Løgtingslóg nr. 20 frá 7. apríl 2014 um kommunalt samstarv um heimatænastu, eldrarøkt v.m.

Kunngerð um góðkenning og treytir í sambandi við keyp av tænastum til heimatænastu, eldrarøkt o.a.

Kunngerð nr. 111 frá 18. juli 2017 um góðkenning og treytir í sambandi við keyp av tænastum til heimatænastu, eldrarøkt o.a.

Løgtingslóg nr. 192 frá 4. desember 2025 um broyting í løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m.

Løgtingslóg nr. 192 frá 4. desember 2025 um broyting í løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m. Ábyrgdin av tænastum til fólk við demenssjúku undir fólkapensjónsaldur verður flutt til kommunurnar.

Broytt gjald fyri heimatænastu og skiftisregla

Kunngerð nr. 160 frá 9. desember 2020 um broyting í kunngerð um heimatænastu og gjald fyri heimatænastu, eldrarøkt o.a. Broytt gjald fyri heimatænastu og skiftisregla.

Samsýning fyri ansing av eldri og óhjálpnum persónum

Kunngerð nr. 127 frá 17. desember 2014 um umsiting av samsýning fyri ansing av eldri og óhjálpnum persónum, sum broytt við kunngerð nr. 160 frá 13. desember 2018.

Vit steðga ikki at fylgja okkara dreymum tí vit gerast gomul, hinvegin so gerast vit gomul av ikki at fylgja okkara dreymum.

Gabriel Garcia Marquez